Talvuforritið, Lynx, sum fæst ókeypis við CleverBoard talvum, er nú komið í nýggjari útgávu - Lynx 4.
Lynx 4 er ikki ein dagføring av Lynx 3.5.x, men hinvegin eitt heilt nýtt forrit. Orsøkin er, at Lynx 4 er forritað við einum nýggjari og meira framkomnum forritanarmálið .... nú bleiv hetta kanska nokkso tekniskt, men fyri brúkaran merkir tað, at Lynx nú oftari kemur at fáa nýggj amboð og tilfar lagt afturat.
Umsett til føroyskt
Eini onnur stór tíðindi í sama viðfangi eru, at Lynx 4 er umsett til føroyskt. Soleiðis kunnu allar føroyskir CleverBoard-brúkarar nú undirvísa við einum føroyskum forriti.
Forritið verður leypandi dagført, og soleiðis eisini umsetingin, og tí frætta vit fegin um tit koma fram á møguligar villur ella um tit kanska hava viðmerkingar til føroysku orðingarnar. Ikki tykkum at siga, so er tíðum trupult at raka rætta føroyska orðið, tá ið serliga tekniskur útlendskur tekstur skal umsetast.
Hvussu tit fáa Lynx 4?
Jú, allir verandi CleverBoard kundar hava rætt til ókeypis at fáa Lynx 4.
Forritið kann heintast undir "Brúkarahjálp - Download" í menu´ini í erva. Serligur Lynx 4 lisens-lykil skal til - skriva til okkum um tit eru verandi CleverBoard-brúkarar og ynskja at fáa Lynx 4.
Lynx 4 er sum so ikki læst at nøkrum ávísum merki av samvirknum talvum, so hava aðrir talvubrúkarar hug á Lynx, so ber til at keypa forritið serskilt.
Tað ber væl til bæði at hava Lynx 3.5.x og Lynx 4 liggjandi á somu teldu.




